Viðmerkingin hjá Paul Watson, leiðari fyri Sea Shepherd, um at felagsskapurin hevur sneytarar í føroysku løgregluni, fær neyvan nakrar avleiðingar fyri føroysk løgreglufólk. John Kølbæk, fúti, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til málið, men upplýsir, at ákærurnar ikki verða tiknar fyri fult.
Les eisini: Vit hava sneytara í føroysku løgregluni
- Hansara upplýsingar, um at hann hevur keldur innantil í løgregluni, taki eg ikki í álvara, tí tað hevur verið alment kent í Føroyum, at uppboðssølan við bátunum skuldi vera, so tað kann hann hava fingið at vita alla møguliga staðni frá, sigur John Kølbæk, fúti.
Tað var í gjár, at Paul Watson skrivaði á Facebook, at felagsskapurin einans visti um uppboðssøluna, har bátar hjá Sea Shepherd vórðu seldir, tí felagsskapurin fær upplýsingar frá einum persóni, ið starvast í føroysku løgregluni.
- Hvørki Sea Shepherd ella okkara føroyski sakførari fekk boð um uppboðssøluna, men takka veri okkara persóni inni í føroysku løgregluni fáa vit upplýsingar um alt, sum snýr seg um løgregluna og Sea Shepherd, sigur Paul Watson.
Men sum John Kølbæk vísir á, so hava føroyskir miðlar skrivað nógv um uppboðssøluna av bátunum hjá Sea Shepherd, og skrivaði in.fo longu fyri eini viku síðan, tað vil siga fimm dagar áðrenn sjálva uppboðssøluna, at tað vóru bátarnir hjá Sea Shepherd, ið fólk kundu keypa á uppboðssøluni.
Les eisini: Løgreglan setur nú Sea Shepherd bátar á uppboðssølu