1. september fremur løgreglan eina innanhýsis leiðaraflyting, sum fer at fevna um allar politikommisserarnar, virkandi politikommisserar og teir politistar, sum eru í ferð við at taka leiðaraútbúgving.
Flytingarnar hava støði í langtíðarætlanini hjá føroyska politinum, sum støðugt miðar eftir, at føroyska politiið altíð skal vera eitt væl skikkað og professionelt politi, som tænir tí einstaka føroyinginum og føroyska samfelagnum á besta hátt, verður sagt.
– Hetta gera vit, tí vit mugu hyggja frameftir og tryggja, at vit eisini í framtíðini hava góðar leiðarar við fjølbroyttum royndum. Okkara leiðarar skul menna seg, og tað verður millum annað gjørt við, at teir fáa nýggjar leiklutir og sleppa at royna nýggjar uppgávur, sigur John Kølbæk, fúti, við Útvarpið.
– Okkara leiðarar skulu vera so dugnaligir sum gjørligt og hava fjølbroyttar royndir, og okkara skipan verður sterkari við slíkum leiðarum, sigur fútin.