- Vit ætlaðu at hava eina ársveitslu í felagnum Grót. Á ársveitslum hevur man loyvi at skeinkja. Tað stendur í rúsdrekkalógini. So hetta var í lagi. Tað fingu vit millum annað at vita úr Vinnumálaráðnum. Vit spurdu okkum nevniliga fyri ymsastaðni og vístu á, at veitslan var bara fyri limir, og at hesir skuldu vera omanfyri 18 ár. Vit gjørdu so av at hava veitsluna leygardagin, sigur Jón Tyril.
- Men leygardagin seinnapartin fáa vit knappliga eini boð frá løgregluni. Vit fáa eitt pappír í hondina, sum ikki er daterað og ikki undirskrivað.
- Vit kundu onki gera. Politiviðtøkurnar skulu haldast. So vit máttu góðtaka, at vit ikki kundu halda ársveitslu, sigur Jón Tyril.
Løgfrøðingur á fútaskrivstovuni sigur, at hátturin, sum veitslan varð fyriskipað, var í stríð við rúsdrekkalógina. - Eitt felag hevur loyvi at hava eina lukkaða ársveitslu og skeinkja fyri limum sínum. Felagið Grót ætlaði at hava ársveitslu á G! Festivalinum, men felagið kom í stríð við rúsdrekkalógina, tí fólk kundu gerast limir við dyrnar. G! Festivalurin er í sjálvum sær eitt alment tiltak, og um tú á einari ársveitslu kanst gerast limur við dyrnar, so er tað eisini eitt alment tiltak. Tað er í stríð við rúsdrekkalógina, og tískil fekk felagið Grót boð um, at um veitslan ikki varð steðgað, so fór fútin at taka málið upp, sigur løgfrøðingur á fútaskrivstovuni.