Í søluyvirlitinum hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun varð veiðan hjá útróðrarbátinum Brattaskor lýst til sølu. Við tað, at útróðrarbáturin er tikin fyri ólógliga línuveiði, var tað fútin, ið stóð sum seljari av fiskinum. Hvat merkir tað, at fútin selir fisk, spyr onkur.
Portalurin hevur fregnast og fingið upplýst, at øll veiðan, sum varð lýst til sølu á Fiskamarknaði Føroya í morgun, er seld - og soleiðis eisini veiðan hjá Brattaskor.
At fútin stendur sum seljari, tí hetta er veiða, sum er veidd ólógliga og soleiðis verður ?konfiskerað?, merkir, at eingin veiðiváttan fæst til ES-marknaðin fyri fiskin.
Veiðiváttanin merkir, at fiskurin er lógliga veiddur, men tað er hann ikki, tá útróðrarbáturin er tikin fyri at fiska í stongdum øki. Síðan skipanin kom í gildi, er veiðiváttanin prógv um, at fiskurin er veiddur lógliga og soleiðis kann seljast á ES-marknaðinum.
Men við ongari veiðiváttan kann fiskurin hjá Brattaskor ikki seljast til ES-lond. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at fiskurin verður keyptur - og verður virkaður til eitt nú heimamarknaðin í Føroyum.
Veiðan hjá Brattaskor var umleið 9.000 pund, meginparturin toskur.