Russiski trolarin Ros er vi at gerast ein føst bygdarmynd í Kollafirði. Hann hevur ligið har við bryggju síðan mai í fjør, og enn er einki, ið bendir á, at hann loysir í bræði.
Av tí at politiið í fjør legði hald á skipið, noyðist Føroya landfúti at gjalda føstu útreislurnar hjá skipinum, meðan tað liggur við bryggju, streym, vatn og havnargjald.
Ætlanin er at fáa selt skipið fyri at fáa tað burtur úr Kollafirði, men tað er ikki sum at siga tað at selja ein gamlan russiskan trolara.
Kanna møguligt pant
Finn Ougaard, varafúti sigur, at tey eru við at kanna ymisk viðurkifti, áðrenn tað ber til at bjóða skipið út til sølu. Eitt nú má vissa fáast fyri, at einki pant er í skipinum.
Skipið varð lagt, eftir at tað í fjør varð tikið fyri ólógligan fiskiskap í føroyskum sjógvi. Síðan er reiðaríð farið á heysin, og umboðsstovan Faroe Agency fær ikki strekt seg longur, tí reiðaríið skyldar teimum frammanundan so nógv og hevur ongastaðni at senda rokningarnar fyri skipið til..
Árni Dam, stjóri í Faroe Sagency viðmerkir tó, at teir eru millum teirra, sum geva monnunum mat.
- Svølta skulu teir í hvussu er ikki her, sigur Árni Dam.
Umborð eru framvegis tríggir av manningini og halda vakt. Teir vilja ikki fara heim, tí teir eiga so nógva hýru á.
Felagsskapurin Hjálpin hevur eisini fleiri ferðir verið umborð á Ros við mati.
- Hetta er ein stórur sorgarleikur, men vit mugu hava alt tað løgfrøðiliga á plass fyrst av øllum, sigur Finn Ougaard.
Hann veit at siga, at heilt nógvir russisskir trolarar liggja í Noregi og eru í somu støðu sum Ros. Reiðariini eru farin av knóranum, og eingin hevur ábyrgdina av skipunum. Fyritøkur missa stórar upphæddir, og manningarnar liva av náði og gávum frá góðum fólki.