Fútin: Politistar spæla ikki til dans kortini

Michael Boolsen, fúti, sigur, at politistaorkestrið 1448 kortini ikki spælir til dans í Havnar Klubba í kvøld.

Tað sigur hann við útvarpið í tíðindasendingini í kvøld

Løgreglumenn eru tænastumenn, og tað eru serligar reglur galdandi fyri tænastumenn, sum ikki kunnu gera sum teimum lystir, sjálvt í síni frítið. Fútin segði við Kringvaprið, at hann ikki hevur givið politistaorkestrinum 1448 forboð at spæla í kvøld, men in.fo veit, at fútin hevur tosað við løgreglumenninar í orksetrinum í gjárkvøldið, og at teir eftir at hava tosað við fútan hava avlýst at spæla til dans í klubbanum í kvøld.

Tað eru júst løgreglumenn, sum ganga runt í býnum og minna fólk á at halda tilmælini, sum stjóri teirra, fútin, sum er formaður í farsóttarnevndini, og løgmaður, hava mælt til, verða hildin. Tí kann tað tykjast løgið, at undirsóttar fútans soleiðis ganga á odda við at bróta tilmælini.

Men hóast fútin sigur, at 1448 ikki spælir til dans í Havnar Klubba í kvøld, so standa teir fram vegis á skránni til dansin í kvøld.

Skáin hjá Havnar Klubba sigur framvegis: »1448 spæla til dansin leygarkvøldið frá 22 til 02.«.

Men sambært fútanum hevur politistaorkestrið givið avboð, eftir at fútin hevur tosað við teir.