Fútin liðugur

Sum seinasta krúllan á útlendingamálinum hevur VÍF fingið svar upp á sín fyrispurning til fútan, og í hesum verður eisini staðfest, at einki er um skuldsetingarnar móti einum starvsfólki hjá fútanum

Útlendingamálið

Ringurin viðvíkjandi útlendingamálinum í hondbóltskappingini tykist nú vera endaður.
Týsdagin fekk VÍF skriv frá fútanum, har fútin svaraði teimum spurningum, sum vestmenningar settu fyri góðum mánaði síðani.
- Jú, vit hava fingið svar upp á okkara fyrispurning. Tað kom við postinum týsdagin, og har staðfestir fútin, at tey hava kannað tey trý feløgini, sum vit nevndu í skrivinum, sigur Jógvan Sigurd Poulsen, formaður í VÍF.
Í skrivinum bað VÍF annars um at fáa at vita, hvørt tey í Vestmanna høvdu gjørt nakað skeivt, og tí áttu tað helst at verið fýra feløg, sum skuldu kannast, men nú er so staðfest, at meira verður ikki gjørt við málini, fyrr enn politisk útmelding er komin um viðurskftini. Og Jógvan Sigurd sigur eisini, at tey í VÍF ikki hava ætlanir um at gera meira við málið her og nú.

Eingin slatraði
Meðan málið hevur rumblað í føroysku miðlunum hesa seinastu vikuna, hevur navnið á Lindu Hesselbjerg, fulltrúi, ofta verið havt á munni. Bæði tí hon hevur verið tann, sum hevur havt málið um hendi, og ikki minst tí tað ljóðaði ? eftir útsøgn frá VÍF ? at hon á eini flogferð hevði gjørt tey í VB varug við málið.
Hetta seinasta avnoktar fútin staðiliga í brævinum til VÍF. Har verður nevnliga stafðest, at Linda Hesselbjerg ongan kunnleika hevði um málið, fyrr enn hon 26. oktober kom aftur til Føroya, og at hon sostatt ómøguliga kundi havt kunnað VB um málið fyri hetta.
Sostatt tykist útlendingamálið í fyrstu atløgu at verið liðugt, og í øllum førum munnu ítróttarfeløgini kring landið vera fegin um, at útlit eru fyri einari varandi loysn á hesum økinum.