Í lesarabrævi í gjár heitti Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, á fútan um at reisa ákæru ímóti Ole Wich fyri tað, sum í hansara verð minti um landasvik.
Orsøkin til hetta vóru myndir á heimasíðuni hjá Ole Wich, har hann tvinnar Merkið saman við tekstum sum t.d. homoFObia.
Sostatt hevur Bill Justinussen ikki meldað Ole Wich beinleiðis til løgregluna, men í rættargangslógini § 742 stk. 2, stendur skrivað: Politiet iværksætter efter anmeldelse eller af egen drift efterforskning, når der er rimelig formodning om, at et strafbart forhold, som forfølges af det offentlige, er begået. Sostatt kann ákæruvaldið fara inn í málið og ákæra listamannin. Ella við sum Finnn Ougaard sjálvur orðaði seg við viðtali við Sosialin í morgun, so fylgir ákæruvaldið sjálvandi tí sum hendir í samfelagnum, og tí kann tað vera nóg mikið at heita á fútan í bløðunum um at reisa ákæru ímóti einum persóni.
Varafútin upplýsir tó, at enn er alt ov tíðliga at siga, um ákæra verður reist ímóti Ole Wich.
Mikið kjak hevur stungið seg upp av myndunum hjá Ole Wich, og hevur hetta ivaleyst eisini verið endamálið hjá honum, tí sum hann sjálvur segði í samrøðu við Sosialin í gjár, var eitt aðalmálunum við myndunum at fáa fólk at hugsa og taka støðu til málið samkynd og avgerðina hjá løgtinginum um ikki at flokka kynsliga orientering millum rasu, etniskan uppruna ella átrúnað í revsilógini.
Bill Justinussen er tó ikki tann fyrsti sum meldar í hesum máli. Stutt fyri jól var tónleikabólkurin 200 á løgreglustøðini í Havn og meldaði hvalvíkarprest fyri eitt lesarabræv, men tað málið bleiv víst aftur av fútanum. Í blaðnum í gjár róði Bill Justinussen fram undir, at hansara fráboðan til løgregluna var eitt aftursvar til meldingina hjá 200.










