Fútin er farin í hernað móti rúsdrekka-lýsingum. Fútaskrivstovan hevur fyri stuttum sent Føroya Rætti eitt ákærurit, har víst verður á tvey lógarbrot, ið Club 20 hevur framt í sínum lýsingum í útvarpi.
Løgreglan kannar eisini eina lýsing hjá Restorffs bryggjarí, har lýst verður við sterkum rúsandi løgi.
Finn Ougaard, varafúti, vísir á, hvat rúsdrekkalógin frá 1992 sigur um lýsingar við sterkum rúsandi løgi. Og hann heldur, at lógin er greið á hesum økinum, tí hon bannar øllum lýsingum í føroyskum fjølmiðlum við rúsandi løgi. Hann vísir serliga á grein 19, sum Club 20 er ákært eftir.
Í ákæruritinum verður víst á tvær lýsingar, sum hava verið í Útvarpi Føroya og Rás 2. Onnur var 1. januar, tá Club 20 lýsir við, at alt jólabryggj verður selt fyri hálvan prís. Hin var 1. februar, tá Club 20 lýsir við, at alt í barrini verður selt fyri hálvan prís til klokkan eitt á nátt.
Løgreglan kannar í løtuni eina lýsing hjá Restorffs, har lýst verður, at 42.864 hava nú smakkað páskaløgin hjá bryggjarínum. Her hevur fútin heft seg við orðið ?páskaløgur?.
Hetta heldur fútin vera í stríð við lógina, og tað skal Føroya Rættur taka støðu til í næstum.
Orsøkin til at fútin hevur valt at taka málið upp nú er eftir øllum at døma, at bryggjarí og náttklubbar í alt størri mun lýsa, sum teimum lystir, og tað skal steðgast.
Provokera við vilja
Óla-Svenn Nolsøe er stjóri í Restorffs, og hann heldur, at tíðin er komin at liberalisera rúsdrekkalógina, tá talan er um lýsingar við rúsdrekka.
? Henda lógin er hol í høvdið, tí hon er ómøgulig at handhevja. Tað er hinvegin gott, at lógin verður roynd í rættinum, og at vit finna markið, hvørjum vit kunnu lýsa við og ikki, sigur Óla-Svenn. Hann dylur tó ikki fyri, at teir við vilja hava verið provokerandi fyri at royna nøkur mørk á hesum økinum.
Hann vísir á fleiri dømi, at lógin verður brotin, men har myndugleikarnir ikki gera nakað við tað. Tey donsku bløðini lýsa ótarnað við øli og brennivíni, og lýsingar á fylgisveinarásirnar royna at sannføra føroyingar um, at Carlsberg og Tuborg er betri at drekka enn Føroya Bjór og Restorffs.
Stjórin í Restorffs heldur, at tað skal vera eins fyri allar partar, bæði tey útlendsku og tey føroysku bryggjaríini, og at tey føroysku bryggjaríini skulu sleppa at framleiða, selja og lýsa við ølinum.
Bryggjarí skulu sleppa at lýsa, sum teimum lystir, heldur Óla-Svenn. Hann er hinvegin ikki bangin fyri, at hetta fer at økja um misnýtsluna millum fólk, tí talan er heldur um at stjala ein part av marknaðinum frá øðrum útbjóðarum.
Vánalig lóggeving
Toni Dam er stjóri í partafelagnum, sum eigur og rekur Club 20. Hann sigur, at orsøkin til at teir hava havt lýsingar, ið eru á markinum til tað lógliga, er, at teir vilja vísa á, hvussu langt úti lógin í veruleikanum er.
Hann er irriteraður um, at fútin hevur pilkað júst hansara partafelag burturúr rúgvuni, tí tað eru óteljandi dømi um, at fólk bróta hesa lógina.
Hann vísir á, at vit hava J-dag og P-dag við stórum lýsingarskeltum kring landið, vit hava havt lýsingar við Happy Hour og Double Up í fleiri ár, Rúsdrekkasølan lýsir við upplatingartíðum og donsk lýsingarbløð eru á tremur við lýsingum fyri øli og øðrum sterkari løgi.
Hann vónar, at hetta er við til at skumpa undir politisku skipanina, so hon broytir lógina.









