Karen Marie Olesen fer í næstum til Danmarkar, har hon hevur fingið starv sum starvsfólkaleiðari hjá Sydøstjyllands Politi, sum heldur til í Horsens. Hetta hevur Karen Marie Olsen váttað fyri Kringvarpinum.
Karen Marie Olesen kom til Føroyar fyri sjey árum síðani, og við Kringvarpið sigur hon, at talan hevur verið um sjey góð ár her á landi.









