- Nú kann eg fyri fyrstu ferð vátta, at eg havi hoyrt frá løgregluni um málið. Tað gjørdi eg fyri einari viku síðan, tá ein danskur løgreglumaður setti seg í samband við meg um málið. Men tað er eisini fyrstu ferð, síðan eg hoyrdi um málið í føroysku miðlunum einaferð í oktober mánaði.
Soleiðis svarar Jenis av Rana, kommunulækni, Dimmalætting, sum hevur ringt til hansara fyri at hoyra, um hann hevur hoyrt nakað í málinum. Sambært blaðnum er hann meldaður fyri at hava brotið tagnarskylduna mótvegis einari ungari gentu, sum hevði tosað við læknan um, at pápin hevði gjørt seg inn á hana.
Læknin er meldaður fyri at hava tosað við pápan um málið. Harafturat er Jenis av Rana meldaður fyri at hava latið vera við at fráboða málið til barnaverndina, men sambært Dimmalætting vísir læknin og løgtingsmaðurin hjá Miðflokkinum báðum ákærunum aftur.
Í gjár kom fram í Degi & Viku, at fútin hevur gjørt av at skuldseta Jenis av Rana fyri brot á tagnaðarskylduna og møguligt brot á fráboðanarskylduna.