Farsóttarnevndin hevur givið landsstýrinum tilmæli um herd tiltøk í sambandi við koronusmittuna.
Tað segði Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, við Dag og Viku í kvøld.
– Støðan er álvarsom í londunum rundan um okkum, men tíbetur ikki í Føroyum í løtuni. Vilja vit halda landið opið, mugu vit vera skilagóð, og vit hava givið landsstýrinum tilmæli um herd tiltøk, segði Michael Boolsen við Dag og Viku.
Hann vildi ikki siga, hvørji ítøkilig tilmæli Farsóttarnevndin hevur givið landsstýrinum, tí tað er ein politisk avgerð at taka støðu til tey. Hann nevndi tó, at eitt tilmæli kundi vera, at fólk, sum ferðast til Føroya, lata seg kannað 72 tímar áðrenn fráferð úr útlandinum.
Jólaborðhaldini eru fyri framman, og hóast nógv av teimum vanligu stóru borðhaldunum við fleiri hundrað fólkum verða av ongum, hevði fútin hug at ávara fólk ímóti at savnast í stórum bólkum.
– Fólk skulu hugsa seg væl um, tá ið tey skipa fyri jólaborðhaldum. Eg mæli til, at í mesta lagi 20 fólk savnast til jólaborðhald, og at ansað verður eftir, hvørjar drykkjuvørur verða settar fram, segði Michael Boolsen við Dag og Viku.
Hann roknar við, at í næstu viku verður meira at frætta um møgulig herd koronutiltøk í Føroyum.