ÍF tevjar heiðursmerkir

Tað gekk ein løta, áðrenn fuglfirðingar komu fyri seg, og tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan framvegis javnleikur - 1-1.

FC Suðuroy setti hol á beinanvegin, tá ið Mamuka setti bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

Eina løtu seinni javnaðu fuglfirðingar. Andy Olsen, sum var sera ey´ðsýndur í dag, royndi seg við langskoti, málverjin var óheppin ikki meiri enn at hálvbjargað, og so var Øssur Dalbúð fyrstu á returbóltinum, sum hann setti í málið.

Undan steðginum høvdu fuglfirðingar gyltan møguleika at leggja seg framum, men Frank Poulsen megnaði ikki at umseta brotsspark til mál. Brotssparkið varð dømt, eftir at Andy Olsen varð feldur.

Tíðliga í 2. hálvleiki var aftur brotsspark, og aftur peikaði dómarin á ellivu metra blettin eftir at Andy Olsen var feldur. Hesa ferð smekkaði Bartal Eliasen bóltin í málið, og so var tað 2-1.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki setti Frank Poulsen bóltin í málið, eftir at heimamenninir høvdu vunnið bóltin av mótstøðumonnunum og vóru farnir í skjótt mótálop.

 

ÍF-FC Suðuroy 3-1 (1-1)

0-1: Mamuka 5.

1-1: Øssur Dalbúð 22.

2-1: Bartal Eliasen br 51.

3-1: Frank Poulsen 69.

Dómari: Dagfinn Olsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen (Uni R. Petersen, 85.), Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Høgni Zachariasen - Alexander Jovevic (Ari Ó. Ellingsgaard, 76.), Karl Løkin, Frank Poulsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð (Dánjal á Lakjuni, 67.), Andy Olsen

Gult kort: Bartal Eliasen

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Teitur Tausen, Kasper Schultz, Heini Vatnsdal, Heini Bech (Tóki Brattalíð 80.) - Martin Tausen (Jónas Borg Dahl, 90.), Suni úr Hørg, Palli Augustinussen, Kári í Lágabø (Arthur Tausen, 75.), Henning G. Joensen - Mamuka Toronjadze

Gult kort: Suni úr Hørg, Henning G. Joensen, Heini Vatnsdal

 

 

 

 

 

Liðugt

3-1

 

--------

 

 

65 min.

3-1

Frank Poulsen hevur økt um heimaleiðsuna. Hann var leysur mitt fyri málinum, tá ið hann setti bóltin í netið. Heimaverjan var ikki í javnvág, tá ið fuglfirðingar gjørdu skjótt av, eftir at teir høvdu vunnið bóltin av FC Suðuroy, ið var á veg í álop.

 

----------

 

50 min.

2-1

Tríggjar minuttir eftir steðgin varð Andy Olsen hjá ÍF feldur, eftir at hann hevði drigið úr vinstru og inn í brotsteigin.

Dagfinn Olsen bríkslaði og peikaði á ellivu metra blettin, og hesa ferð var tað eingin ivi. Bartal Eliasen smekkaði brotssparkið í málið.

 

-------------

 

35 min.

1-1

 

Eftir at Andy Olsen varð feldur í brotsteiginum, bríkslaði dómarin fyri brotssparki. Frank Poulsen royndi seg úr ellivu metrum, men hann sendi bóltin næstan mitt á málverjan, sum bjargaði lættliga.

 

-------

 

 

Tað hevur verið lívligt fyrra partin av 1. hálvleiki í Fuglafirði, har FC Suðuroy vitjar.

Gestirnir løgdu seg á odda beinanvegin. Málskjútti var Mamuka í 3. minutti. Lítla løtu seinni høvdu gestirnir fínan møguleika at økja um leiðsluna, men teir misnýttu.

Tá ið eitt korter var farið javnaði ÍF. Andy Olsen royndi seg við langskoti, málverjin megnaði bara at hálvbjarga, og so var Øssur Dalbúð fyrstur á returbóltinum og setti hann í málið.

 

ÍF-FC Suðuroy

Dómari: Dagfinn Olsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen,Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Høgni Zachariasen - Alexander Jovevic, Karl Løkin, Frank Poulsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð, Andy Olsen

Suðuroy: Stanislav Kuzma - Teitur Tausen, Kasper Schultz, Heini Vatnsdal, Heini Bech - Martin Tausen, Suni úr Hørg, Palli Augustinussen, Kári í Lágabø, Henning G. Joensen - Mamuka Toronjadze