1.august fóru kátu fuglfirðingarnir úr Gøtu við 4-1 sigri. Síðani tá hevur ÍF spælt seks landskappingardystir, og úrtøkan hevur verið sekstan stig. Burturúr átta teimum síðstu umførunum hevur ÍF vunnið 22 stig fyri sjey sigrar og ein javnleik.
ÍF er bara tvey stig frá oddasessinum, og tí er einki at siga til, at fuglfirðingar framvegis hava gott mót um, at tað skal eydnast at vinna FM.
Steypavinnararnir í Víkingi eru fimm stig frá toppinum og trý stig aftanfyri ÍF, og tí er grannauppgerðin í Sarpugerði í kvøld lyklauppgerð fyri møguleikarnar hjá víkingunum.
Síðani 4-1 heimatapi ímóti ÍF hevur Víkingur vunnið ellivu stig burtur úr seks umførum. Serliga meint mundi 1-0 tapið í Runavík kennast fýra dagar eftir finalusigurin í steypakappingini.
Hjá ÍF varð Bogi Løkin so meint skaddur í Trongisvági næstsíðsta sunnudag, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður við aftur í ár.
Hjá Víkingi noyddist Hans Jørgen Djurhuus skaddur av vøllinum longu í 1. hálvleiki ímóti FC Suðuroy. Sølvi Vatnhamar er farin av landinum. Hann verður flogin heim til dystirnar, men tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, um hann kemur heim til grannastríðið íkvøld.










