Býráðsvalið var ógvuliga tætt, og menn vildu vera við, at teir ikki høvdu verið við til eitt so tætt og spennandi val fyrr. Tí var spennandi um fínteljingin dagin eftir valið fór at stjala nakrar avgerandi atkvøður.
Støðan var hon, at Regin Jacobsen fekk tann seinasta sessin, tá talt varð upp valkvøldið. Regin fekk tá 78 atkvøður.
Sitandi býráðslimurin Hans Jacob Lamhauge fekk 77 atkvøður, og hann slapp sostatt ikki innaftur í fyrstu syftu.
Eftir fínteljingina var komið fram til, at Regin bara fekk 76 atkvøður, meðan Hans Jacob Lamhauge varðveitti sínar 77.
Hans Jacob heldur tískil fram í býráðnum, meðan Regin Jacobsen dettur útaftur.
Nú Hans Jacob Lamhauge er valdur í býráðið hóast alt, vóru tað tríggir av fráfarandi býráði, sum vórðu afturvaldir. Fýra valdu ikki at stilla uppaftur, meðan tveir fullu við valið.