Fótbólturin savnaði góðar 20.000 krónur

12 lið og eini 100 áskoðarar syrgdu fyri, at fótbóltskappingin á Eiði, sum Egil á Bø hevði tikið stig til, kastaði eini 20.000 krónur av sær til átakið »Í menniskjum góður tokki«

Hóast bæði kulda, kava og hálku, eydnaðist tað Egili á Bø at savna 12 lið og omanfyri 100 áskoðarar í ítróttarhøllini á Eiði í gjár.
– Tað riggaði bara væl haldi eg. Feløgini tóku sera væl undir við tiltakinum, og hóast veðrið ikki var tað besta, so kom fitt av fólki kortini, sigur Egil á Bø.
Hann fegnast um góðu uppmøtingina og stuðulin, feløgini hava veitt.
– Fótbóltssambandið hevur eisini stuðlað tiltakinum og B71, sum ikki fekk komið, tí teir høvdu annað tiltak á skránni, rindaðu kortini luttøkugjald, fegnast Egil á Bø.
Tá tað vísti seg, at B71 ikki fekk komið, boðsendi Egil á Bø FC Hoyvík. Og tá HB í evstu løtu eisini gav avboð, savnaði Egil á Bø nakrar leikarar, soleiðis at EB/Streymur hevði tvey lið í kappingini, sum harvið kundi avgreiðast uttan stórvegis hóvasták.

Ein gáva frá fótbóltinum
Tað var liðið, B36 hevði meldað til, sum vann kappingina. Leikararnir á liðnum vóru brøðurnir Kristian og Kristin Restorff Mouritsen, Sigurð Carlsen og Pól Jóhannus Justinussen. Teir vunnu finaluna 4-2 í móti NSÍ.
Tá vit tosaðu við Egil á Bø var tað ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógvan pening fótbóltskappingin kastaði av sær. Men leystliga mett roknaði hann við, at talan var um góðar 20.000 krónur, sum fara óskerdar til átakið »Í menniskjum góður tokki«, sum hevur til endamál at hjálpa fíggjarliga trongdum barnafamiljum.
- Ein gáva frá fótbóltinum, sum Egil á Bø tekur til.

rolant@sosialurin.fo

---
Myndatekstur:
Fremst er vinnandi liðið B36, so er nummar tvey NSÍ og aftast er nummar trý FC Hoyvík saman við Egili á Bø, sum samskipaði kappingina