Fótbólturin rullar helst aftur á Krossinum

Kappingarnevndin hevur givið sumbingum enn ein møguleika at gera neyðugar ábøtur á vøllinum á Krossinum

Aðrir bollar eru komnir í suppuna. Nú er liðugt við at góðkenna vallir, ið eru vandamiklir fyri leikararnar. Hetta er signalið, sum FSF hevur sent út til feløgini í vikuni.
Sumbingar vóru eitt sindur skelkaðir, tá teir tann 25. august fingu bræv frá kappingarnevndini, sum segði, at Sumba missir heimavøllin seinastu tríggjar heimadystirnar orsakað av tí vánaliga vøllinum.
Men eftir at samband hevur verið ímillum partnarnar seinnapartin mikudagin, verður vøllurin eftir øllum at døma góðkendur til tríggjar teir síðstu dystirnar.
Sumbingar hava lovað kappingarnevndini at gera nakrar ábøtur, soleiðis at nevndin kann góðtaka, at dystir verða leiktir á vøllinum. Tá tíðindini bórust í útvarpinum mikudagin á middegi, fór maður av húsi í Sumba og niðan á Krossin at bøta um vøllin.
? Vit fara at reinsa vøllin fyri móru og vøkstur, sum FSF hevur kravt, og vónandi sleppa vit so at nýta vøllin restina av kappingarárinum, sigur formaðurin í Sumba, Rúni Lisberg, sum fegnast um ta vælvild, ið Sumba hevur fingið frá Kappingarnevndini.
Trupulleikin við vøllinum í Sumba er, at hann er sera harður at spæla á. Vøkstur er ymsastaðni á vøllinum, og móra á vøllinum ger, at hann er sera hálur. Eisini eru trupulleikar við, at vatnið ikki setur frá, og tí gerst vøllurin enn hálari, tá hann er vátur. Hetta er vandamikið fyri leikararnar, ið eru meira útsettir fyri skaðum á einum slíkum vølli enn á einum av teimum nýggju vallunum.
FSF kann í fyrsta umfari liva við, at vøllurin verður reinsaður fyri vøkstur og móru, men Sumba skal ikki vænta, at vøllurin verður góðkendur aftur komandi ár, um ikki størri ábøtur verða gjørdar.
Fríggjadagin fer eitt umboð frá FSF at kanna vøllin á Krossinum, og alt týður uppá, at vøllurin verður góðkendur.

Strangari krøv
Formaðurin í Kappingarnevndini er Bjarki Mohr, og tað er hann, ið situr við evstu ábyrgd í slíkum málum.
? Vit hava gjørt eina avtalu við sumbingar um, at teir skulu gera nakrar ábøtur á vøllin, og síðani senda vit ein mann á staðið at kanna vøllin fríggjadagin, greiðir kappingarstjórin frá.
Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at Kappingarnevndin brádliga nú setir sumbingum knívin á barkan?
? Hetta er als ikki nakað nýtt mál. Sumba fekk at vita í januar, at teir skuldu gera nakrar ábøtur fyri at vøllurin kundi góðkennast. Tá vit aftur í apríl høvdu vallarkanning, kundu vit staðfesta, at ábøturnar ikki vórðu gjørdar. 13. mai góvu vit sumbingum eina nýggja freist til tann 1. august at fáa viðurskiftini í rættlag, men tá viðurskiftini framvegis ikki vóru fingin í rættlag, mátti tað fáa avleiðingar, sigur Bjarki Mohr.
Tað skal tó leggjast afturat, at Sumba í brævi fyri ólavsøku boðaði Kappingarnevndini frá, at felagið ikki sá seg ført fyri at gera tær neyðugu ábøturnar.
Tað er eingin ivi um, at FSF hevur strammað upp á hasum økinum. Í fjør var ein vallarnevnd sett á stovn, og hon skal sýna vallirnar kring landið. Síðani skal hon geva kappingarnevndini eina frágreiðing um vallirnar og eitt tilmæli um, hvat skal gerast.
Viðgerðin hjá FSF av slíkum málum hevur ikki altíð verið so strong sum nú. Sum dømi kann nevnast, at vøllurin í Vági í fleiri ár varð góðkendur, og kappingarnevndin metti, at hann var nóg góður at spæla á. Hóast vøllurin var sera vandamikil fyri leikararnar, sá FSF millum fingrarnar við hesum. Nú er vøllurin í Vági skiftur út, so tann trupulleikin er ikki longur.
Tað kann í øllum førum staðfestast, at FSF hevur skift í kós í slíkum málum, tí vøllurin í Vági var minst líka vánaligur sum tann í Sumba, og har vórðu 1. deildardystir spældir í fleiri ár.

Framtíðin í Sumba óviss
Í løtuni valdar óvissa um framtíðina hjá Sumba. Felagið hevur bert eitt lið við í kappingini, og tað er í 2. deild hjá monnum. Kvinnuliðið hevur tikið seg úr kappingini í ár.
Um felagið aftur skal fáa góðkenning komandi kappingar, so krevjast meira umfatandi ábøtur enn tær, sum verða gjørdar í hesum døgum. Hetta fer at kosta nógvan pening, og tað kann vera ein tung byrða at lyfta hjá einum so lítlum felagi sum Sumba.
Formaðurin í Sumba, Rúni Lisberg, sigur, at felagið ikki megnar at skifta vøllin út í verandi støðu. Tað kostar eina góða millión at leggja nýtt graslíki á vøllin, og harumframt skulu aðrar ábøtur gerast kring vøllin.
Felagið hevur roynt at søkt kommununa um stuðul, men óvist er, um kommunan er før fyri at lata nakran munagóðan stuðul. Havast skal eisini í huga, at hon júst hevur bygt nýggjan skúla. Sumba hevði Maersk sum høvuðsstuðul í fjør, men hetta samstarvið helt ikki fram í ár.
Rúni Lisberg ber av álvara ótta fyri, at fótbólturin kann detta niðurfyri í Sumba. Um felagið ikki megnar at fíggja tær neyðugu ábøturnar til komandi kappingarár, skal Sumba finna ein annan vøll, allarhelst í Vági. Men hann heldur ikki, at tað gevur nakra meining at hava eitt felag í Sumba, sum spælir sínar heimadystir aðrastaðni.
? Vit hava útlendskar leikarar, sum eru við til at halda lív í felagnum, og teir kosta eisini pengar. Um vit nú skulu gera størri íløgur í vøllin, er torført at hava ráð til teir útlendsku leikararnar, sigur ein stúrin Rúni Lisberg enda.