Fótbólturin rullar aftur í dag

Tað er stutt millum umførini í bestu fótbóltsdeildini. Hósdagin varð 7. umfar, og seinnapartin í dag er 8. umfar á skránni.

Alt bendir á, at líkindini vera góð at spæla fótbólt seinnapartin. Hann sigur frá útsynningi, lítlari vindferð og lítlum og ongum avfalli. Hitin fer at liggja um 8 stig.

 

8. umfar

Ídag

FC Suðuroy-Víkingur: Dagfinn Olsen kl. 14.45

B68-AB: Petur Reinert kl. 15.00

B71-EB/Streymur: Lars Múller kl. 15.00

B36-NSÍ: Ransin Djurhuus kl. 15.00

ÍF-HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

Støðan undan 8. umfari

HB 17

B36, ÍF og Víkingur 12

NSÍ 10

B68 9

EB/Streymur 8

FC Suðuroy og B71 6

AB 2