Tað hava verið óvanliga nógvar sjónligar illstøður millum spælarar, dómarar, venjarar og áskoðarar í bestu mansdeildini í fótbólti í hesum kappingarárinum.
Rok í Havn, rok í Klaksvík, rok í Vági, ja, hvørt umfar hevur havt sínar samanbrestir, reyðu kort og tvídráttir, og í bløðunum hava hvøss lesarabrøv borið brenni til bálið.
Hetta fær nú FSF-forsetan, Óla Holm, at koma við einari óvanligari áheitan á spælarar, leiðarar, áskoðarar og onnur.
- Eins og í 2005 er ágangurin á okkara fótbóltsdómarar alsamt vaksandi, og vit kunnu staðfesta, at tað veruliga er vandi fyri, at neyðugt verður at niðurleggja partar av landskappingini, um ikki vend kemur í, sigur Óli Holm í sínari áheitan.
Miðlarnir eiga sín lut
FSF-forsetin heldur, at tað ger ikki støðuna betur, at fjølmiðlarnir fylgja væl við í øllum tí, sum fer fram á vøllinum, tá ið dystir í Formuladeildini verða spældir.
- Tað bøtir tíverri ikki um støðuna, at ávísir fjølmiðlar alsamt tykjast leggja seg eftir at draga fram støður, har sáddur verður ivi um førleika og døming hjá dómarunum í síni heild, heldur enn at seta fótbóltsspælið í miðdepilin, sigur Óli Holm.
- Dómararnir hava eina torføra uppgávu á vøllinum, og vit ivast onga løtu í, at teir døma eftir síni sannføring. Og er tað av størsta týdningi fyri fótbóltin, at øll gera sær greitt, at meting dómarans í hvørjum einstøkum føri er galdandi; teirra avgerð á vøllinum er endalig og eigur og má góðkennast, óansæð um ein er samdur ella ikki.
Stuðla heldur enn at háða
Óli Holm heldur, at atburðurin hjá summum spælarum, venjarum og áskoðarum er á heilt skeivari leið, og atburðurin er til vanda fyri fótbóltskappingina í Føroyum.
- Dómarar verða ikki betri dómarar við at verða útspiltir, háðaðir, illtonktir, hóttir og at rópt verða ókvæmisorð eftir teimum, nei teir - sum vit øll onnur - hava brúk fyri stuðli til tað arbeiða, sum teir eru settir til, og sum teir fyrst og fremst gera av áhuga fyri fótbóltspælinum, sigur Óli Holm
- Vit í Fótbóltssambandinum hava kenslu av, at útspilling, happing, tileinkisgerðing av dómarunum hevur tikið yvirhond, og at tað, sum støðan er í løtuni, ikki er tespiligt hjá okkara dómarum at døma dyst ella at ferðast i hesum landi, og tað kann aldri vera rætt.
- Skal tað veruliga vera so, at dómarar okkara skulu hava løgreglu- og ella aðra trygdarverju fyri at røkja dómaragerningin eins og fyri at hava eitt rímuligt privatlív, tí at fólk føla trongd at gera seg inn á teir, spyr FSF-forsetin.
- Fótbóltssambandið vil tí staðiliga heita á fjølmiðlar, áskoðar, leiðarar, leikarar og annars øll, sum vilja føroyskum fótbólti væl, um at sláa ring um okkara dómarar og geva teimum tað viðurkenning og tann stuðul, sum teir náttúrliga hava brúk fyri soleiðis at vit kunnu halda fram við fótbóltskappingini á ein virðiligan og siðiligan hátt, sigur Óli Holm.