BMW-leiðslan syrgir fyri at steðga framleiðsluni nóg tíðliga til at øll, sum arbeiða í konsernini, kunnu klára heim og sita við sjónvarpsskíggjan, áðrenn dysturin byrjar.
Leiðslan ásannar, at tað hevði verið vónleyst at fingið starvsfólkini at arbeitt meðan dysturin er og beint eftir ”internu” uppgerðina millum Týskland og Turkaland.
Nógvir turkar arbeiða hjá BMW. Bara á verksmiðjuni í München arbeiða 1.700 turkar við týskum ríkisborgararætti.
Týska sjónvarpsstøðin ZDF roknar við, at 30 milliónir fólk fara at stilla inn á teirra kanal, meðan dysturin er.










