Fótbóltur skal deilast tá blóðið er heitt

- Fótbóltur er undirhald og ein uppliving, ið skal deilast á netinum, meðan blóðið er heitt, og bólturin framvegis rullar.

Føroya Tele og Fótbóltssambandi Føroya hava gjørt slóðbrótandi avtalu um tøkniliga menning, samstarv og útbreiðslu av føroyskum fótbólti.

 

- Tað snýr seg um at sparka bóltin í málið og vinna. Men, fótbóltur er nógv meira enn bert eitt spæl. Fótbóltur er undirhald og ein uppliving, ið skal deilast á netinum, meðan blóðið er heitt, og bólturin framvegis rullar.

 

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivar í dag, at hesum skal Føroya Tele slóða fyri í framtíðini, so føroyski fótbóltsfjepparin fær eitt farnet í heimsklassa, meðan hann er til dyst.

 

- Føroya Tele er nýggjur høvuðsstuðul hjá FSF, og samstarvsavtalan inniber, at Føroya Tele fer undir eina tilgongd at økja um fjarskiftisnetið á Tórsvølli og fótbóltsvøllunum kring alt landið.

 

Sagt verður, at fyrsta stigið í avtaluni er at styrkja 4G LTE dekningin á Tórsvølli. Stór frambrot henda í føroyska samfelagnum í løtuni, og Føroya Tele er í gongd við at kollvelta føroyska fjarskiftismarknaðin við einum farneti í heimsklassa.

 

- Tórsvøllur er okkara skansi, og Føroya Tele ynskir at styrkja skansan, so 6.000 fólk verða sambundin í eitt sterkt og framkomið farnet og umboða Føroyar í felag við myndum og dagføringum á netinum, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

 

Avtalan millum FSF og Føroya Tele inniber eisini, at Føroya Tele fer at styrkja um 4G LTE dekningin á flestu leikvøllum kring alt landið, og Vrgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, fegnast serstakliga um hendan partin av avtaluni.

 

- Avtalan framtíðartryggjar ikki bara netsambandið á Tórsvølli, men netsambandið verður munandi styrkt á flestu fótbóltsvøllum kring landið. Hetta fer avgjørt at gagna áskoðarum og møguleikanum at senda og stroyma frá dystum, sigur Virgar Hvidbro.