Fótbóltur: Skála niður í triðju deild

Fyri vikus síðani var toppstríðið í aðru deild avgjørt, men í botninum var eitt sindur av iva. Her dróg Skála tað styttsta stráðið, og má tí niður í triðju deild næsta ár

Teir eru farnir inn aftur í elavatorin á Skála, og hesaferð hava teir biðið um at vera settir av eina hædd longri niðri.

Skálamenn hava fingið illa dámda heitið »elevatorlið« fest á seg, og úrslitini hetta kappingarárið hava víst, at tað ikki er uttan orsøk.

Treyðugt so er onkur sigur komin í hús, men ósigrarnir hava verið í meiriluta. Og onkur av teimum er ikki verdur at minnast. Til dømis tann í Sandavági, tá teir taptu tveysiffrað móti vinnarunum av deildini.

So tað er ikki heilt uttan orsøk, at Skála næsta ár verður at finna í triðju deild.

Seinasta dystin í aðru deild á hesum sinni spældi Skála móti EB/Streymi. Um Skála vann, so fóru skálamenn framum felagsliðið í Sundalagnum, og tí kundi væntast, at eitt sindur av spenningi fór at vera í. So var kortini ikki, tí EB/Streymur vann dystin 3-0, og trýstu harvið á »niðurknøttin« á elevatorinum hjá skálamonnum.


Úrslitini í seinasta umfarinum í aðru deild:

LÍF - KÍ 0-1

EB/Streymur - Skála 3-0

NSÍ - FS Vágar 1-7

HB - GÍ 3-0

Royn - TB varð ústettur


Endaliga støðam í deildini gjørdist:

FS Vágar 48 stig

LÍF 39 stig

TB 28 stig (TB hevur tveir dystir eftir at leika)

HB 28 stig (HB hevur ein dyst eftir at leika)

NSÍ 23 stig

Royn 21 stig (Royn hevur ein dyst eftir at leika)

GÍ 20 stig

EB/Streymur 17 stig

KÍ 15 stig

Skála 12 stig