B36-KÍ 2-0, eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
Klaksvíkingar vóru undir trýsti allan dystin. B36 spældi betri enn teir hava gjørt í langa tíð, samstundis sum KÍ ikki hevði neyðuga hepni at fóta sær.
ÍF-GÍ 1-5, eftir hálvleiksstøðuna 0-0
Í steðginum sá als ikki út til at so nógv mál skuldu koma í dystinum, men tá hol var farið á hjá fuglfirðingum var eingin vegur aftur. Gøtumenn, sum høvdu Jens Martin í málinum, varðveittu møguleikan at vinna FM-heitið og minkaðu munin til KÍ til tvey stig.
Íslendska kappingin endaði í seinastu viku, og ársins leikari í Íslandi var við á GÍ liðnum fyri Sunnvard, sum hevur fingið ein løst.
B71-VB 1-3, eftir hálvleiksstøðuna 1-2
Hvørki av liðunum hevur annað enn æruna at spæla fyri, tí bæði liðini hava tryggjað sær enn eitt kappingarár í bestu deildini.
B68-HB 1-5, eftir hálvleiksstøðuna 0-1
HB gjørdi bart í seinna hálvleiki á Toftum. Tveir íslandsfararar vóru við á Svangaskarði og teir gjørdu trý av teimum fimm málunum hjá HB.
Sumba-NSÍ 1-1, eftir hálvleiksstøðuna 1-0
Enn ein javnleikur til sumbingar, sum nú kunnu sníkja seg framum ÍF, sum liggur næstniðast. Sumba var framman fyri í steðginum, men í seinna hálvleiki eydnaðist NSÍ at javna.
Støðan:
KÍ 38 stig
GÍ 36 stig
B36 35 stig
HB 34 stig
NSÍ 23 stig
VB 21 stig
B68 18 stig
B71 14 stig
ÍF 10 stig
SUMBA 8 stig
Næstu dystirnir (verða leiktir næsta leygardag, av tí at landsliðið skal til Kekkia í næstu viku):
KÍ - ÍF
GÍ - B68
NSÍ - B36
HB - B71
VB - Sumba