Fótbóltur: Rætting til grein um Jákup og Leeds

Fótbóltur: Tíverri høvdu nakrir feilir sníkt seg inn í greinina um Jákup og Leeds í blaðnum í gjár. Vit biða lesarar okkara halda okkum tilgóðar

Í greini um Jákup og Leeds eru tíverri komnir nakrir feilir í. Vit hava skrivað, at Terry O´Neill var venjari hjá ávikavist Arsenal, Leeds og Tottenham. Hetta er tíverri skeivt. Talan er her sjávlsagt um George Graham.

Vit skrivað eisini, at O´Leary var leikandi venjari hjá Leeds, men tað er skeivt. Hann hevur ongnatíð verið spælandi venjari í Leeds. Hann var hjálparvenjari hjá George Graham bæði Arsenal og í Leeds.

Tað er heldur ikki rætt, at Leeds er ósigrað í ár. Leeds er á odda í ensku kappingini takkað verið tíggju sigrum á rað, men í byrjanini av kappingarárinum taptu teir ávikavíst móti Manchester United og Liverpool. (blðm.)