Fótbóltur á Rás2 frá klokkan 12 í dag

Fótbóltspanel, uppdateringar úr 1. deild, frásøgn úr effodeildini og "Triði Hálvleikur" er á skránni í dag

Rás2 ger nógv burturúr nú 27. og seinasta umfarið í effodeildini verður spælt í dag.

 

Klokkan 12 til 12.45 verður "Fótbóltspanelið" frá fríggjamorgnin endursent. Gestir eru Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari hjá Víkingi og Rúni Klein Joensen, málmansvenjari hjá Víkingi.

 

Frá klokkan 12.45 til klokkan 14.30 verður fylgt við uppflytingarstríðnum í 1. deild. Heimildarmaður til dystin á Toftum millum B68 og ÍF verður Rógvi Hansen, og heimildarmaður í Klaksvík til dystin millum KÍ og AB verður Eyðun Thorgeirsson. B68 skal heinta trý stig og 14 mál inn frá KÍ fyri at toga seg upp á triðja plássi í 1. deild, sum hevði givið toftamonnum uppflyting upp í bestu deildina.

 

Frá klokkan 14.30 til klokkan 15.15 hevur Petur Asbjørn Lervig upptaktsprát úr Sarpugerði í Norðragøtu, har prátað verður við umboð fyri Víking og EB/Streym.

 

Klokkan 15.15 sigur Tróndur Arge frá sera avgerandi dystinum millum Víking og EB/Streym. Ringt verður javnan til Klaksvíkar har KÍ og NSÍ spæla. KÍ skal heinta inn trý stig og átta mál frá Víkingi fyri at vinna FM. Fylgt verður eisini við gongdini í hinum trimum dystunum, sum eru HB-B36, Suðringar-Skála og ÍF-07 Vestur.

 

Klokkan 17.05 verður prát við spælarar, venjarar, leiðarar og fjepparar hjá FM-vinnarunum á skránni. Tá FM-vinnaraprátini eru frágingin verður sendingin "Triði Hálvleikur", har prátað verður við ymisku formennirnar hjá effodeildar-liðunum um farna kappingarár.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður og onnur ljóðbrot koma út á in.fo aftaná dystarlok.

 

Øll kunnu lurta eftir Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 98,7, FM 95,9 og á FM 88,7.