Nú er rættiligt hol sett á summarítróttin. Landskappingin í fótbólti byrjaði seinasta vikuskiftið, og komandi mánaðirnar fer hendan ítróttargreinin at verða nógv frammi ? bæði millum manna og í fjølmiðlunum.
Seinastu dagarnar hevur verið kalt, og hóast mai mánaði nærkast, er kavi framvegis at hóma kring alt landið. Hetta nervaði ikki byrjanina í landskappingini, men spælarar og viðhaldsfólk gleða seg ivaleyst til, at tað verður lýggjari í veðrinum
Sosialurin fer framhaldandi at dekka fótbóltskappingina væl og virðliga, og tað verður gjørt eftir nøkunlunda sama leisti sum seinastu árini. Sosialurin hevur roynt at fingið eitt javnt støðið í ítróttarskrivingina, og vit royna framhaldandi at halda fast um tað støðið og at betra tað.
Hondbóltskappingini í vetur fekk nógv rúmd í blaðnum, og tað hava fólk verið fegin um. Hondbóltskappingin er vorðin meira spennandi, og nógv verður lagt fyri hjá nógvum av feløgunum. Tí er tað eisini áhugavert hjá fjølmiðlunum at fylgja við í hesi kappingini.
Í gjár spældi fótbóltslandsliðið landsdyst móti Liktinstein, og í blaðnum í morgin hava vit frásøgn úr Liktinstein, har eitt av blaðfólkunum er í hesum døgum. Vit fara sjálvsagt at fylgja væl við fótbóltslandsliðnum, sum hevur so nógv at týða fyri føroyskan fótbólt og fyri Føroyar sum heild.
Fyri stuttum høvdu vit prát við eina føroyska kvinnu, sum er búsitandi í Grikkalandi, og hon ivaðist ikki í týdninginum, sum fótbóltslandsliðið hevur fyri Føroyum sum ferðamannaland. Nógv fólk kring alt Europa og kring allan heim fylgja við í fótbóltskappingum, og við at vera við í slíkum høpi, tryggja vit okkum umrøðu í fjølmiðlum kring alt Europa.
Sosialurin fer at ynskja øllum okkara ítróttarfólki góða eydnu í summar, og vit fara at gera tað, sum vit megna, fyri at fylgja við í øllum ítróttargreinum í summar eisini.