Í farnu viku fór Oluf ta longu leiðina til afrikanska landið Kenya. Her skal hann verða í tvær vikur saman við øðrum góðum venjarum, gyklarum og sjónleikarum.
Endamálið við vitjanini er tvíbýtt: At læra børnini at spæla betri fótbólt, og at hava tað stuttligt saman.
- Alt hetta miðar eftir, at savna tey ungu saman til nakað gott og gevandi, samstundis sum vit greiða teimum frá vandanum við HIV og AIDS, sigur Oluf Mortensen.
Sjálvur hevur hann í síni tíð bæði spælt og vant við býarfelagnum TB, saman við táverandi venjaranum, Svend Pedersen.
Hesin arbeiðir nú fyri Dansk Boldspil Union, sum saman við universitetinum í Suðurjyllandi skipar fyri fótbóltsskúlanum í Kenya. Teir báðir havt samband hvør við annan øll hesi árini, og eru nú í “lag” á ferðini í Kenya.
- At fara til Afrika er sum at fara til ein annan heim. Eg havi sæð sendingar um Afrika í sjónvarpinum, men nú sleppi eg altso at uppliva tað sjálvur.
- Tað gleði eg meg øgiliga nógv til, sigur Oluf, ið dagliga starvast sum løgreglumaður í Havn.
Venjing og gykl
Saman við Olufi og Svend er ein bólkur av professionellum - og sjálvbodnum! – fótbóltsvenjarum, sjónleikarum og gyklarum farin til Kenya, har tey skulu verða í tvær vikur.
Hesar dagarnar fara tey at undirvísa eini 450 børnum og ungum í fótbóltsspæli, umframt fleiri lokalum venjarum í fótbólti.
- Vit sum hava sæð afrikanskan fótbólt duga at síggja, at spælararnir hava sera góðan teknikk, men at tað ofta haltar við tí tekniska partinum.
- Henda partin ynskja vit nú at styrkja, samstundis sum vit hugna okkum saman, sigur Oluf.
Umframt fótbóltin er eisini gykl og drama á skránni hvønn einasta dag, samstundis sum øll hesi ungu fólkini fáa kunnleika um HIV og AIDS. Tað áhugaverda í hesum er, at talan er bæði um gentur og dreingir.
Ætlanin er at læra øll hesi ung upp, og síðani at fáa tey at geva hesa vitanina víðari til onnur í teirra vinaskara, bygd ella umhvørvi.
- Á henda hátt verður talan um eina kavabólts-effekt, um ein altso kann tala um kava í hesum afrikanska landinum!, verður sagt.
450 ungdómar
Fyrireikingarnar til henda fótbóltsskúlan hava vart í meiri enn eitt ár. Og nú er so umsíðir komið hartil, at venjingarnar eru farnar í gongd.
Fótbóltsskúlin verður í landsbýnum Asembo Bay, ið liggur nærhendis Victoria-sjónum. Higar eru nú komnir allir hesir 450 spentu ungdómarnir, sum Oluf og øll hini í bólkinum skulu undirvísa og undirhalda hesar komandi tvær vikurnar.
Á fótbóltsskúlanum er ætlanin at læra tey millum annað um teknikk, spæl við og uttan bólt, driblingar, fintur, skotvenjingar og saksaspørk. Endað verður við kappingini “Kenya Open”, har eitt steyp verður at vinna.
Hetta varir sum nevnt bert í tvær vikur, men ætlanin er at halda fram og fylgja upp við hesum skúlanum um eitt ella tvey ár.
Henda ætlanin er sum skilst sera væl fyrireikað, og hevur fingið stóran stuðul og uppbakning í Danmark og í Føroyum. Oluf hevur sjálvur útvegað stuðul til fótbóltsskúlan frá privatum fyritøkum og frá landsstýrinum.









