Fótbóltur nøktar tørvir hjá monnum

- Spæl og spenningur eru grundleggjandi tørvir hjá menniskjanum, og tá mannfólk hyggja eftir fótbólti, verða hesir tørvir nøktaðir. Tað sigur sálarfrøðingurin Eyðun Joensen, nú fótbóltsfeburin er upp á tað hægsta

Teir fingu fepur fyri einum góðum mánaði síðan, men frá í komandi viku eru teir nøkunlundað fepurfríir. Talan er um fótbóltsfepur, sum herjar kring allan heimin, nú meðan EM-kappingin í fótbólti fer fram. Sambært sálarfrøðinginum Eyðun Joensen, er tað als ikki løgið, at áhugin fyri fótbólti er so stórur.

- Vit menniskju eru soleiðis, at vit hava tørv á spæli og at spæla. Tað er eisini tí, mann í gomlum døgum kallaði menniskjað homo ludens, tað spælandi menniskjað, sigur Eyðun Joensen, sum hevur fleiri enn tredivu ára royndir innan sálarfrøðina.


Fótbólturin er felagsnevnari

Seinasta mánaðin hava serliga dreingir og menn savnast framman fyri sjónvarpsskíggjanum at hyggja eftir fótbóltsdystunum í ársins EM-kapping , sum fer fram í Ukraina og Póllandi. Ein av orsøkunum til tey mongu fótbóltskvøldini, har menn koma saman at hyggja eftir fótbólti, er at finna innan tað, sum serfrøðingar rópa sosial sálarfrøði.

- Fyri at vit sum menniskju skulu hava nakað saman, so er fortreytin, at tú hevur nakað at vera saman um, frøast um, øsa teg um og so framvegis. Fótbóltur gevur monnum høvi at hava nakað at vera saman um, sigur Eyðun Joensen. Eisini eru tað tey mannfólkini, sum ikki sjálvi íðka fótbólt, ið fylgja væl við, tá bólturin rullar á grøna sjónvarpsskíggjanum.

- Øll kunnu ikki gera seg galdandi í ítrótti og ítróttarbrøgdum. Men við at fylgja við og til dømis hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum kanst tú í huganum gerast partur av einum ítróttarbragdi. Hyggur tú eftir finaluni í EM-kappingini sunnukvøldið, kanst tú fáa kensluna av at kenna teg sum partur av tí bragdinum, sum tað er, at gerast europameistari í fótbólti, greiðir Eyðun Joensen frá. Sambært Eyðun Joensen snýr tað seg í stóran mun eisini um kensluna av at hava avrikað nakað.

- At vinna ein týdningarmiklan fótbóltsdyst er eitt avrik, og avrik er nakað, vit øll vilja vera við til. 


Læra nógv av fótbólti

Teir menninir, sum fylgja væl við í fótbólti, fáa nógv burturúr at hyggja eftir einum dysti.

- At fylgja við í fótbóltsdystum gevur nógv. Umframt at tú sum hyggjari í huganum fært møguleika at vera partur av einum bragdi, hevur fótbóltur eisini eitt listarligt brá, eitt estetiskt element, sigur Eyðun Joensen. Og júst tað vakra og eleganta, dámar mannfólki væl at síggja.

- Fótbóltur kann við eitt nú skotum og driblingum vera ótrúliga vakur, og harvið kann fótbóltur nøkta ta estetisku tráðanina, sum liggur í okkum menniskjum. Fótbóltsspælarar kunnu vera ein fragd fyri eygað. Okkum dámar væl estetiskar upplivingar, tí tað ger okkum glað, greiðir Eyðun Joensen frá. Við at hyggja eftir fótbólti ber eisini til at læra, hvussu mann sum menniskja eigur at bera seg at úti í almenna rúminum.

- Fair play hugtekur okkum og vekir ein sosialan ans í okkum. Tá hugt verður eftir fótbólti, kanst tú gjøgnum fair play læra, hvussu tú eigur at bera teg at sum hampafólk, sigur Eyðun Joensen og leggur afturat, at spenningurin, sum er at finna í einum fótbóltsdysti, í stóran mun er tað, sum dregur mannfólk at skíggjanum í hesum EM-døgum.

- Tað kann vera, at teir ikki uppliva nóg nógvan spenning í gerandisdegnum. Nú á døgum hava vit eitt kroppsliga dovið arbeiðslív, tí ein stórur partur av okkum situr framman fyri eina teldu meginpartin av degnum. Tað liggur til mannfólk at vísa vøddar og gera brøgd, og tá vit hava ein minni krevjandi gerandisdag viðvíkjandi rørslu, kunnu vit óbeinleiðis spenna vøddar og gera brøgd við at hyggja eftir fótbólti, greiðir Eyðun Joensen frá.


Áhugin kann gerast ov stórur

Hjá summum mannfólkum kann áhugin fyri fótbólti gerast so stórur, at alt annað verður skúgvað til viks. Tá, heldur Eyðun Joensen, at áhugin hevur tikið yvirhond.

- Um fótbólturin fyllir ov nógv í gerandisdegnum, er tað sjálvandi ikki gott, tí tað merkir, at alt annað veruleikakent og týðandi verður misrøkt. Situr tú klistraður til sjónvarpsskíggjan, hvørja ferð onkur dystur verður leiktur, so er lítil tíð og orka til alt hitt, sigur Eyðun Joensen. Sambært Eyðuni Joensen er munur á at vera vanligt viðhaldsfólk hjá einum liði og so at hoyra til teir ídnastu fjeppararnar.

- Ofta er tað soleiðis, at sum EM ella HM kappingarnar líða, og spenningurin og dygdin veksur, lata fólk seg draga. Tey fjeppast ikki endiliga. Tað er meira í teimum førunum, har fjepparar brúka síni seinastu oyru til at ferðast langvegis fyri at sleppa til onkran ávísan fótbóltsdyst ella sita støðugt og hyggja eftir dystum í sjónvarpinum, at tað er ov nógv av tí góða, greiðir Eyðun Joensen frá. Men hvussu so við teimum monnunum, ið ikki hava stórvegis áhuga fyri fótbólti?

- Í hesum EM tíðum er ikki stuttligt at sita uttanfyri. Í roynd og veru kann tað gerast ein bági ikki at hava áhuga fyri fótbólti, tí kemur tú í eitt selskap, har prátið í stóran mun snýr seg um innspark og driblingar, kanst tú ikki luttaka í prátinum, og tað kann kennast sum ein pínlig støða fyri summi, sigur Eyðun Joensen og leggur afturat:

- Tað ræður um at gera upp við seg sjálvan, hvat tað er, tú vilt brúka tíð uppá. Sjálvt um mannfólkini fylgja væl við EM júst nú, er eingin orsøk at halda, at fjepparíið hevur tikið yvirhond, tí EM er hóast alt bara fjórða hvørt ár, sigur Eyðun Joensen.