- Í dag verður fartelefonin tendrað, so skjótt menn koma av vøllinum. Hálvan tíma seinni, tá menn standa undir brúsuni, hoyrist floyt og sangur. Fyrr, tá vit taptu ein dyst, var óhugnalig tøgn, og eingin gretti orð fyrsta tíman eftir dystin.
Greinarøðin ?Fótbóltur í kreppu ? hvat gera vit?? fer av bakkastokki í Sosialinum í dag. Føroyar hava næst vánaligasta landslið í Evropa, og vit hava hvørki fingið stig í EM- ella HM undankapping síðan 2002. Sosialurin varpar ljós á keðiligu gongdina, og leggja í dag fyri við Jógvan Martini Olsen, landsliðsvenjara.










