Fótbóltur: John Petersen og Eyðvør úr Dímun ársins leikarar

Lesararnir hjá Sosialinum hava talað. Teir hava valt John Petersen til ársins leikara hjá monnum og Eyðvør úr Dímun hjá kvinnum. Hetta er júst sama úrslit, sum leikararnir sjálvir komu til fyri eini viku síðan

Fyri knøppum trimum vikum síðani bað Sosialurin lesarar sínar siga sína hugsan um hvørjir leikarar hava verið teir bestu í gjøgnum ári. Kappingin snúði seg ikki bara um at finna ársins leikara, men eisini ársins málverja, verjuleikara, miðvallara, áleypara, stjørnuskot, venjara og ársins dómara.

Fríggjadagin var kappingin av, og leygarkvøldið var avdúkað hvørjir vinnarnir gjørdust. Avdúkingin fór fram á gallatiltakinum í aulini í skúlanum í Hoydølum, og hóast tey, sum atkvøddu hesaferð vóru lesarar, og ikki leikarar, so komu hesir báðir bólkar til júst sama úrslit, tá tað um ársins leikara umræður.

Fyri viku síðani komu leikararnir til at Eyðvør úr Dímun og John Petersen gjørdust ársins leikarar, og tað var júst úrslitið av atkvøðugreiðsluni hjá lesarunum hjá Sosialinum eisini.

Hjá monnum gjørdist John Petersen, úr B36, fremstur við 29 pst av atkvøðunum, meðan Hans Fróði Hansen, úr HB, fekk 14,5 prosent og Jákup av Borg, úr B36 fekk knøpp 10 prosent.

Hjá kvinnum var tað Eyðvør úr Dímun, sum varð fremst. Hon fekk 22 prosent av atkvøðunum, meðan Rakul N. Joensen fekk 19,5 prosent. Á triðja plássi fekk Rannvá Andreasen 13,8 prosent.