- Áðrenn lutakastið byrjaði ynskti eg at sleppa undan Kekkia og Jugoslavia, men verri enn so.
Jákup Mikkelsen er vónbrotin av at tað heldur ikki hesaferð eydnaðist at sleppa undan eysturevropeiskum liði úr ovasta bólkinum.
? Tað er ikki tað sama at spæla ímóti einum sterkum liði eystanífrá, og tað er tá tú til dømis spækir móti Týskalandi, sigur Jákup, sum heldur hevði vilja grannarnar fyri sunnan sum eitt av liðunum.
Kortini heldur hann, at vónir eru fyri at fáa góð úrslit í hesi undankappingini.
? Luxembourg eiga vit at vinna, men so er spurningurin hvussu tað fer at gangast móti hinum liðunum. Slovenia kenna vit lítið til, og somuleiðis er við Sveits, sum vit heldur ongantíð hava spælt ímóti. Tað er einki at ivast í, at tað er góð lið vit hava fingið í okkara bólk, og tí verður torført at gera stórvegis við tey, men vit mugu royna sum frægast, sigur Jákup Mikkelsen úr Danmark.
Hóast vónbrotið er stórt í løtuni, so heldur hann at tað fer at síggja frægari út tá tað ringasta hevur lagt seg.
Tá vit spyrja Jákup um tað verður hesaferð, at sensatiónin kemur, er hann ikki serliga avgjørdur.
? Tað kundi hent, men tað verður meira enn torført at gera nakað við tey stóru liðini í hesum bólkinum, tí tey eru góð, og tað hevði verið ólíka hugaligari at spælt t. d. móti Týskalandi, Danmark ella Onglandi, sigur hann at enda.