Fótbóltur hjál

Í morgin fer armenski forsetin, Serzj Sarksijan, til Turkalands at hyggja at einum fótbóltsdysti millum eitt armenskt og eitt turkiskt lið. Forsetin hevur fingið eina serliga innbjóðing frá fyrireikarunum, og hann hevur tikið av, skrivar AP. Fyri einum ári síðani var turkiski forsetin, Abdullah Gül, í Armenia til landsdyst millum tey bæði londini. Seinasta vikuskiftið skrivaðu Armenia og Turkaland undir eina friðarsemju, eftir at londini hava verið í opnum stríði síðani fyrra heimsbardaga, tá osmannar myrdu