Fótbóltur gav børn

Í Týsklandi hava føðideildirnar á sjúkrahúsunum fingið ein trupulleika. Tað vísir seg, at óvanliga nógvar kvinnur skulu eiga í apríl, og tí hava føðideildirnar biðið um eyka seingjarpláss tann mánaðin. Læknarnir ivast ikki í, hví so nógvar kvinnur skulu eiga um somu tíð. Kvinnurnar eru vorðnar við barn, meðan HM í fótbólti var í Týsklandi seinasta summar, og tí verður roknað við, at dreingjabørnini fara at fáa nøvn sum Lukas( eftir Lukas Podolski), Bastian (eftir Bastian Schweinsteiger) ella Michael (eftir Michael Ballack).