Mikudagurin 22. mai er ásettur at vera ein serligur fótbóltsdagur, ein Grassrootsdagur.
Tað er europeiska fótbóltssamgongan, sum hevur tikið stig til árliga Grassrootsdagin, og UEFA heitir á øll limalondini í fótbóltssamgonguni at skipa fyri ymiskum grassrootstiltøkum í viku 21.
Hetta er í somu viku sum Champions League-finalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar í London.
- Endamálið við Grassrootsátakinum hjá UEFA er millum annað at vísa á týdningin, sum grassrootsfótbólturin hevur á úrvalsfótbóltin, og hvønn týdning úrvalsfótbólturin hevur á grassrootsfótbóltin, og vit vilja fegin verða við í átakinum, sigur Fótbóltssamband Føroya umvegis heimasíðu sína.
Av somu orsøk heitir FSF tí á øll tey føroysku fótbóltsfeløgini, um at skipa fyri tiltøkum, ið hóska til yvirskriftina "Fótbóltur fyri øll".
- Vit ynskja, at øll skulu hava tað stuttligt og hugnaligt saman við bóltinum. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við. Tað er endamálið við hesi vikuni, verður sagt frá FSF.