Fótbóltur á bygd (FÁB)

Í oktober mánaði í 2003 var farið undir eitt nýtt fótbóltsátak í Norðoyggjum. Fótbóltsvenjarar í Klaksvík settu sær fyri at skipa fyri regluligum fótbóltsvenjingum á Viðareiði um veturin, og átakið fekk navnið Fótbóltur á bygd (FÁB)

Fótbóltsverkætlan

Bakgrundin fyri FÁB skal finnast á einum fundi, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag helt á Hotel Norð í august mánaði í 2003. Ábyrgdarfólk í felagnum fundaðust um viðurskifti innan felagið og fótbólt, og tá kom venjing norðanfyri tunnlarnar upp at venda.

Fyrireikingarnar fóru í gongd fyri at gera álvara av hugskotinum, og í oktober mánaði varð lagt til brots við venjing ætlað dreingjum í aldrinum frá 9 til 15 ár. Undirtøkan fyri venjingunum hevur verið stór og støðug, og upp í 20 dreingir eru møttir til onkra venjing.


Endamálið
FÁB er eitt nýtt átak, og endamálið við venjingini er:
1) At menna leikararnar við tekniskari venjing.
2) At menna medviti hjá tí einstaka leikaranum um liðítróttin.
3) At læra leikararnar at kenna ábyrgd og taka hana.


Teknikkur í miðdeplinum
Teknisk venjing er í miðdeplinum hjá FÁB. Spælararnir fáa frálæru í temjingum, avleveringum, fintum, driblingum og annað, og teir sleppa at royna og menna sínar førleikar við fjølbroyttum øvilsum og venjingum.
Venjararnir royna støðugt at minna dreingirnar á, at skulu teir veruliga menna seg sum spælarar, mugu teir eisini venja sjálvir. Teir kunnu fáa vegleiðing, frálæru og góð ráð til FÁB-venjingarnar, men teir kunnu síðani sjálvir venja ymsu teknikkirnar. Tað kann gerast allastaðni ? í túninum, í bønum, á vøllinum ella aðrastaðni. Bólturin og fótbóltsgleðin má vera í miðdeplinum, skulu teir menna seg sum fótbóltsspælarar.
FÁB-venjingin á Viðareiði hevur verið einaferð um vikuna, og tað hevur verið sjón fyri søgn, at spælararnir hava gjørt framstig í vetur. Teir taka venjingina í álvara, møta til tíðina, teir flestu hvørja ferð, og annars geva teir avboð, tá ið teir ikki kunnu venja. Tað hevur gjørt átakið hugaligt hjá teimum, sum varða av tí.


Nær verður vant?
FÁB hevur venjing hvønn mikudag seinnapart. Vant verður á vøllinum á Viðareiði ella í fimleikarhøllini í skúlanum, tá ið umstøður ikki eru at vera úti. Venjingarnar byrjaðu í oktober mánaði 2003, og tær halda fram til hálvan mars, tá ið øll liðini hjá KÍ eru byrjað at venja aftur.

Venjarar
Finn Johannessen gjørdi hugskotið til veruleika, og hann er eisini høvuðsvenjari hjá FÁB. Hann hevur nógvar royndir sum ungdómsvenjari, og í løtuni er hann venjari hjá smádreingjunum hjá KÍ.
Bill McLeod Jacobsen, Eyðun Klakstein og Jákup Mikkelsen hava eisini verið venjarar hjá FÁB. Teir hava allir royndir sum spælarar og venjarar.


Stuðlar
FÁB hevur fingið góðan stuðul til virksemið í vetur. Sp/f Kneysur er høvuðsstuðul hjá FÁB. Eisini hava Netto og SportMaster í Klaksvík stuðlað FÁB.
Harafturat hevur Viðareiðis kommuna hevur verið sera beinasom, og Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur eisini av tikið væl undir við átakinum.