Meðan fótbóltsspælarar kring alt Evropa kunnu taka sær av løttum í hesum døgum, so er full leikskrá í teimum ovastu fótbóltsdeildunum í Onglandi, eisini í Premier League.
Mong uttanfyri Ongland undrast á hetta treisknið hjá onglendingum at halda fast við siðin at spæla 2. jóladag, men talan er um ein 128 ára gamlan sið, og verður hann tískil ringur at broyta. 2. jóladag í 1888 vann Preston North End 5-0 á Derby County, og síðani tá hevur 2. jóladagur verið ein fastur spælidagur hjá liðunum í Onglandi. Til stuttleikar kann nevnast, at sama dag - 2. jóladag í 1888 - var hin tiltikni jólafundurin í løgtingshúsinum í Havn.
Av øllum illum sleppa leikarararnir í ensku liguni at njóta 1. jóladag, men heilt fram til seinnu helvt av 1950-unum var fótbóltur eisini spældur 1. jóladag, so onkur siður er sleptur síðani 1888. Síðani 1957 hava liðini í ensku liguni bara spælt 2. jóladag, og ikki 1. jóladag.
Áskoðaraliga er talan um týdningarmiklar dystir fyri tey miðalstóru og smærru feløgini, sum hava full áskoðaratøl, tá tey hava heimadystir 2. jóladag, og harvið eina kærkomna, eyka inntøku.
Dystirnir, sum verða spældir í Premier League í dag og komandi dagarnar :
18. umfar (26. desember):
Watford v Crystal Palace (klokkan 12.30)
Arsenal v West Bromwich Albion (klokkan 15)
Burnley v Middlesbrough (klokkan 15)
Chelsea v A.F.C. Bournemouth (klokkan 15)
Hull City v Manchester City (klokkan 15)
Leicester City v Everton (klokkan 15)
Manchester United v Sunderland (klokkan 15)
Swansea City v West Ham United (klokkan 15)
Liverpool v Stoke City (27. desember klokkan 17.15)
Southampton v Tottenham Hotspur (28. desember klokkan 19.45)