Fótbóltsvenjarar fundast

Felagið fyri føroyskar fótbóltsvenjarar hevur aðalfund og venjaradag leygardagin 27. februar. Dagurin verður hildin í Klaksvík, og har fara U21-venjararnir at greiða frá teirra arbeiði við U21-landsliðnum, sum hevur fingið frálík úrslit í EM-undankappignini. Sjálvur aðalfundurin byrjar klokkan 13, og um kvøldið verður felags hugnaløta, skrivar felagið á heimasíðu sínari, vff.fo.