Fótbóltsveitsla í Miðlahúsinum

Fríggjakvøldið verða bestu spælararnir hetta kappingarárið kosnir

Fótbóltur

 

Hetta er 10. ferð, at Sosialurin er við til at kjósa bestu spælararnar í føroysku fótbóltskappingini.

Sum vant, so verða tað venjarar, liðformenn og umboð fyri fjølmiðlarnar, sum kjósa hesi.

Nú talan er um tíggjunda árið, ger Miðlahúsið eyka nógv burtur úr gallakvøldinum.

Umframt at kjósa tey fremstu, verður Miðlahúsið eisini karmur um tríggjar tímar við fótbóltshugna, -reypi og –prátið, og eftir hetta verða tey luttakandi eisini boðin á dansistaðið Rex, har tað so verður upp til tey einstøku at hugna sær víðari.

Atgongd til tiltakið er ókeypis, men spælarar, venjarar og onnur, sum hava tilknýti til fótbóltin, verða tó biðin um at boða frá luttøku við at senda teldubræv til fotboltsveitsla@sosialurin.fo.

Á veitsluni verða ársins stjørnuskot, ársins venjarar, ársins málverjarar og ársins spælarar kosin hjá monnum og kvinnum. Hartil verður ársins dómari í Formula-deildini kosin, eins og bestu málskjúttarnir fáa gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti. Og endaliga verður tað liðið, sum hevur sýnt besta fótbóltin í ár, eisini kosið.