Søgurnar eru framvegis nógvar í tali, nú tey flestu feløgini eru byrjaði upp á nýggja kappingarárið við ferðum til antin USA ella Asia.
Manchester United hevur í summar keypt fyri eina lítla hálva milliard krónur. Inn eru komnir Ashley Young frá Aston Villa, David De Gea frá Atletico Madrid og Phil Jones frá Blackburn. Ùr felagnum eru farnir Wes Brown og John OShea, báðir til Sunderland. Umframt tað, so er Paul Scholes givin og tað er ikki bara sum at siga tað at finna ein avloysara.
Tí hevur ljóðað at Manchetser United hevur verið eftir leikarum sum Luka Modric hjá Tottenham, Samir Nasri hjá Arsenal og Wesley Snejider hjá Inter Milan. Av teimum trimum tykist Wesley Snejider verða mest upplagda boðið, men tað verður ikki bíligt. Daily Mirror skrivar, at um ein handil kemur upp á pláss, so verður prísurin um góðar 300 milliónir krónur.
Liverpool boðaði í gjár frá, at teir eru komnir ásamt við Aston Villa um ein prís fyri Stewart Downing. Hann verður triði leikarin, ið Liverpool keypir í summar. Fyrst kom Jordan Henderson frá Sunderland og fyri kortum kom eisini Charlie Adam frá Blackpool. Úr felagnum eru farnir millum annað Paul Konchesky og Milan Jovanovic, meðan leikarar sum Christian Poulsen, Joe Cole og David Ngog sigast at verða á veg úr felagnum.
Enskir miðlar siga seg tó vita, at Liverpool leitar eftir einum vinstra bakki og einum framherja. Footie Online skrivar at Liverpool heldur eyga við Daniel Sturrage, sum í seinnu hálvu í fjør var útleigaður frá Chelsea til Bolton. Footie Bunker skrivar, at um bæði Neymar og Carlos Tevez enda í Real Madrid, so eru Liverpool áhugaðir í landsmanninum hjá Carlos Tevez, Gonzalo Higuain.
Arsenal hevur verið í fokus líka síðani kappingarenda. Liðið misti stevið móti endanum av kappingarárinum í fjør og tí roknaði fleiri við, at okkurt fór at henda. Framhaldssøgan við Cesc Fabregas og Barcelona heldur fram. Hvønn dag eru miðlarnir á tremur við søgum um at hann fer til Barcelona. Enn eru vit ikki klókari enn bløðini.
Ein av stóru leikarunum hjá Arsenal í fjør var Samir Nasri. Hann hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum og vil sum skilst ikki skriva undir nýggja sáttmála fyrr enn hann veit hvussu støðan í felagnum er eftir flytingarvindeygað er stongt. Bæði Manchester liðið hava víst áhuga, men Sir Alex Ferguson er siteraður fyri at hava sagt, at Samir Nasri ikki endar í Manchester United. Hitt Manchester liðið, City, keypti fyri kortum Gael Clichy frá júst Arsenal.
Chelsea er í holt vi eina nýggja byrjan við Andres Villas-Boas á odda. Liðið leitar eftir einum miðverja og einum manni at traðka til á miðvøllinum. Til hendan leiklutin hevur Chelsea funnið fram til Luka Modric, sum spælir við arvafíggjandinum og grannunum úr Tottenham.
Luka Modric hevur verið á fundi við leiðsluna hjá Tottenham, sum ikki er sinna at sleppa honum. The Guardian skrivar í dag, at hann hevur lætið inn ynski um at sleppa at skifta. Eisini eru Chelsea settir í samband við Bolton verjuleikaran Gary Cahill.
Manchetser City skal til at finna ein avloysara fyri liðskiparin, Carlos Tevez. Hann hevur alment boðað frá, at hann vil vekk úr felagnum. Tað er torført at fáa skil á hvat hann vil, tí boðini hava verið mótsigandi fleiri ferðir, men hesa ferð skuldi tað verið rætt, at hann vil úr felagnum.
Manchetser City eru hinvegin ikki sinnaðir at lata hann sleppa fyri lítið og lætt. Brasilska Corinthians hevur bjóðað góðar 300 milliónir krónur fyri argentinska landsliðsleikaran, men felagið hjá Gunnari Nielsen vil hava meir. Manchester City vil hava svigarsonin hjá Diego Maradona, Sergio Aguero, sum avloysara fyri Carlos Tevez. Teir eru í kapping við Juventus fyri at fáa fatur á framherjanum hjá Atletico Madrid, skriva Metro og Daily Mirror.