Fótbóltssunnudagur á Cippo

Undir slagorðinum, Triði heimsbardagi, ætlar Cippo í Havn veruliga at seta fokus á stórdystin í Onglandi sunnudagin.
Á Old Trafford tekur Manchester United ímóti Liverpool, og hetta má nærum metast sum stórdysturin yvir øllum í Onglandi. Eisini hóast tað nú eru Chelsea og Abramovic, sum seta dagsskránna í enskum fótbólti.
Umframt at vísa sjálvan dystin á stórskíggja, verður talan um fleiri aðrar lutir, sum skulu gera dagin til nakað heilt serligt fyri enskar fótbóltsfjepparar. Byrjað verður við enskari buffét longu klokkan 13.30, tá stór sportsquiz við Tróndi Vatnhamar eisini er á skránni. Klokkan 15 sleppa áhugað at tippa um úrslitið, og klokkan 16.00 byrjar so slagið á Old Trafford.