Áhugafelag
Vágar:Nevndin fyri stuðulsfelgnum hjá FS Vágum er farin undir átak at fáa nýggjar limir í felagið. Ymiskir ágóðar verða bodnir teimum, sum gerast limir í stuðulsfelagnum.
Í tíðindaskrivi, sum sent er runt í Vágum, verður sagt ,at ein tann størsti trupulleikin hjá felagnum er, at ov lítið bakland er til, at felagið kann muna nakað fíggjarliga hjá FS Vágum. Tí verður nú roynt at fáa fólk, eisini vágafólk, sum búgva aðrastaðni enn í Vágum, at stuðla felagnum.
Roynt verður at fáa nýggjar limir at tekna seg. Tað kann gerast á ymsan hátt. Fólk fáa møguleika at velja millum fýra ymiskar limaskapir, um tað kann nevnast so.
Talan er - næstan sum í Gekkinum - um val millum ymiskar litir. Grønt, gult, blátt og reytt limakort.
Grøna limakortið fæst fyri eina flyting á kr. 100,-, sum so er limagjald fyri árið.
Gula limakortið fæst við at tekna seg fyri einum gjaldi á kr. 50, - um mánaðan. Tá fæst afturfyri eitt fríkort til alalr heimadystirnar hjá FS Vágum.
Bláa limakortið, sum kostar 100,- krónur um mánaðan, gevur nakrar fyrimunir afturat. Tann sum teknar blátt hald, fær umframt fríkort til dystirnar, eisini fríkort til onnur tiltøk hjá FS Vágum. Eitt nú dans, konsertir, framsýningar og veitslur.
At enda er tað reyða limakortið, sum serliga ætlað er fyritøkum og stovnum, og er fyri øll gjøld, sum eru hægri enn 100,- krónur um mánaðan. Tað kortið gevur somu fyrimunir sum tað bláa kortið.
Tann, sum ynskir tað, kann gerast limur í FS Vágum við at flyta limagjaldið á konto í Føroya Banka ella Føroya Sparikassa.
Limirnir í stuðulsfelagnum fáa regluliga sendandi kunningarskriv frá felagnum, sigur nevndin í tíðindaskrivinum.
Nevndin er skipað soleiðis, at Sigfríður Olsen í Sandavági er formaður. Sjúrður Poulsen í Miðvági er skrivari, og Jonhard Magnussen í Miðvági er samskipari.