Kappingin verður í Klaksvík í døgunum frá 6. til 8. august, og er hon fyri yngru liðini upp til dreingja- og gentudeildina. Øll fótbóltsfeløg kring landið verða boðin við til kappingina, og vinnandi liðið í hvørjum aldursbólki fær steyp til ognar, skrvar KÍ í tíðindaskrivi.