Fótbóltsstemningur í Sportboxini

Rás2: Leviur Frederiksen og Jákup Ósá tippa komandi kappingarár

Í Sportboxini, sum verður send hvønn fríggjadag frá klokkan 15 til 17 á Rás2, fara Leivur Frederiksen úr Kringvarpinum og Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, at tippa um komandi kappingarár.

 

Hoyr Sportboxina á netinum við at trýsta HER

 

Vanliga er Fótbóltspanelið bara seinna tíman, men eins og í fjør, so verður Fótbóltspanelið fríggjadagin undan kappingarbyrjan tveir tímar. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, og Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, eru kendir menn í fótbóltsumhvørvinum.

 

Teir fara at gera sínar metingar av komandi kappingarári í bestu deildini hjá monnum. Teir fara at meta um hvør vinnur FM, hvør kemur í Evropa og hvør flytur niður.

 

Tú kanst eisini luttaka í sendingini við at senda viðmekringar ella spurningar inn á 559999.