Ólavsøkudag vann B36 løgmanssteypið fyri aðru ferð síðani 2001. Tað var stórur munur á veðrinum, tá ið teir í 2001 vunnu á KÍ, og tá ið teir í fyrradagin stóðu sum sigursharrar eftir stríðið ímóti GÍ. Hesa ferð vóru líkindini av teimum fagrastu. 3.300 áskoðarar møttu upp, og teir vóru við til at seta dám á. Men tá ið løgmaður slapp framat, vóru tað bara summi av ídnastu B36 viðhaldsfólkunum, sum stóðu eftir og fagnaðu sínum felagi. Hinir áskoðararnir vóru farnir víðari í stóru ólavsøkuskránni.
Leikliga dygdin í finaluni um løgmanssteypið var einki at reypa av. Soleiðis sum tað hevur verið, síðani finalurnar vóru fluttar til á ólavsøku og av graslíkinum og á grasvøllin, so var finalan hesa ferð leikliga langt undir tí, sum undan summarsteðginum var at síggja í fleiri landskappingardystum. Bæði í ferð, intensiteti og í samanspæli.
Hesa ferð vórðu tríggir spælarar riknir av vøllinum. Tað er ongantíð komið fyri áður, og tað hevur ivaleyst ikki so lítið at gera við, at spælararnir ikki eru so væl fyri, sum teir vóru undan summarsteðginum.
Í fjør varð ein spælari útvístur í finaluni (Pól Thorsteinsson hjá NSÍ), í fyrraárið sluppu allir snikkaleysir ígjøgnum, men í 2000, tá fyrsta finalan varð spæld á grasinum, sá Helgi L. Petersen hjá GÍ reytt.
Ion er greiður
B36 venjarin, Ion Geolgau, er sjálvandi fegin um, at hansara lið vann steypafinaluna. Hann ásannar, at leikliga avrikið kundi havt verið betri, enn tað var hesa ferð.
? Vit fóru ikki fyrst og fremst á vøllin fyri at undirhalda. Soleiðis er tað ongantíð í einari finalu, har alt stendur upp á spæl. Tað ráddi meiri um at vinna, heldur enn tað ráddi um, hvussu avrikið sá út, men tað var ikki talan um fótbóltsspæl av tí slagnum, sum finaluliðini eiga at kunna vísa, heldur B36 venjarin.
Ion Geolgau er ikki samdur við teimum, sum halda, at tað er sjálvsagt, at finalan verður spæld á Ólavsøku.
? Eg veit væl, at tað kunnu vera serføroyskar orsøkir, sum eg ikki eri førur fyri at døma um. Summir spælarar eru eisini av tí áskoðan, at tað er fínt, at finalan verður spæld á Ólavsøku, tí tá er tað veitslurómur í býnum. Sum venjari havi eg ta kensluna, at tað er trupult at fáa finaluna at passa inn í Ólavsøkuna. Spælararnir verða órógvaðir av øllum vasinum, sum tað sjálvandi ikki ber til at steingja familjumenn og ungar dreingir úti frá. Men tað er harmuligt, at hesi tingini skulu verða fløkt saman.
B36 venjarin heldur eisini, at tað er heilt nátúrligt, at fótbóltsliga avrikið ikki er á tí støðinum, sum tað fleiri ferðir var undan summarsteðginum.
? Nú eru tríggjar vikur síðani, at spælararnir síðst vóru í týdningarmiklum uppgerðum. Teir hildu eisini frí frá venjing í einar tíggju dagar, eftir at 10. umfarið í landskappingini varð spælt. Tí eru teir ikki so væl fyri at spæla finalu, sum teir áttu at havt verið, heldur Ion Geolgau, sum heldur enn at spæla finalu á Ólavsøku hellir til leistin, har tað undan summarsteðginum verður rundað av við finaluni.
? Men so skuldu tað sjálvsagt ikki havt verið so nógv og tøtt umfør á skránni í landskappingini, sum tað vóru tvær tær síðstu vikurnar undan summarsteðginum.
Óvanir við undirlagið
Tað hevur verið mett sum náturligt, at steypafinalan verður spæld á grasi. Landsliðið spælir sínar dystir á grasi, Europa Cup kappingin verður spæld á grasi, og tí átti tað at verið nátúrligt, at steypafinalan verður spæld á grasi.
Men tað hevur sín prís. Umframt at spælararnir ikki eru í heilt góðari dystarvenjing á Ólavsøku, so ger tað ikki førleikan betri, at grasið sýgur megina úr teimum. Hetta sást væl Ólavsøkudag, tá ið fleiri vóru plágaðir av krampa, áðrenn tað var komið til longdu leiktíðina.
Ólavsøkudag vóru 3.300 áskoðarar til finaluna. Í fjør vóru 4.221 og hugdu at NSÍ og HB. Ivaleyst verður áskoðaratalið omanfyri fýra túsund, um KÍ, NSÍ og havnarfeløgini eru partur av henni, men tað kann neyvan roknast við fullum húsi á hvørjum sinni, sjálvt um tað verður spælt á Ólavsøku.
Fleiri av finalunum, sum í niti árunum vórðu spældar á ovara vølli í Gundadali, vóru sera undirhaldandi og væl spældar. Eitt nú tær millum HB og B71, KÍ og B71 og GÍ og HB. Í hesum dystunum var støðið væl hægri, enn tað var hesa ferð.
Men eitt er, sum tað plagar at vera. Lassin Isaksen var Ólavsøkudag fyri triðju ferð dómari í finaluni. Eins og undanfarnu ferðirnar var eisini hesa ferð neyðugt hjá Lassanum og hansara monnum at arbeiða yvir.










