Fótbóltur
Tað gekk fullkomiliga galið, tá ið Newry og Larne spældu steypadyst í Norðurírlandi um vikuskiftið.
Tá ið átta minuttir vóru eftir at spæla, gingu spælarar á báðum liðum amokk. Tá vóru tveir spalarar hjá Larne, sum var aftanfyri 2-1, útvístir, og venjarin var eisini biðin um at fara av vøllinum. Og tað hevði við sær ein óvanligan samanbrest millum spælarar og leiðarar á og uttanfyri vøllin.
– Eg havi ongantíð upplivað nakað slíkt áður. Tað vóru bardagar um allan vøllin, og eg varð noyddur at steðga dystinum, sigur dómarin Raymond Crangle við Belfast Telegraph.
Eftir hendingin avlýsti Norðurírska fótbóltssambandið aðrar steypadystir, og nú verður roknað við hørðum revsingum til feløgini og spælarar, sum vóru við í roknum.
Norðurírska løgreglan hevur eisini boðað frá, at hon fer at kanna málið.