Aftur í ár skipar Fótbóltssamand Føroya fyri fótbóltsskúlum kring landið. Hesaferð verður skúlarnir tríggir í tali, og verða teir hildnir í Sandavági, í Vági og á Toftum.
Skúlin í Sandavági er tann fyrsti av hesum, og verður hann hildin í døgunum 24.-25. juni. Høvuðsvenjarar her eru Atli Gregersen og Páll F. Joensen.
Í Vági verður lagt til brots 1. juli, og verður tað Álvur Hansen, sum kemur at standa við ábyrgdini av skúlanum teir báðar dagarnar.
Seinasti skúli verður á Toftum, og verður hetta vikuskiftið 9. og 10. juli. Her verður tað Abraham Løkin, sum fer at halda skil á.
Tilmeldingarbløð til fótbóltsskúlarnar verða løgd út til feløgini og á posthús og fólkaskúlar kring landið, og er seinasta freist at tekna seg mánadagin, 14. juni.