Fótbóltsskúli: Má verða semja

Spælaramenning: Tað sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum

Fótbóltssambandið kann ikki fara í holt við ein fótbóltsskúla einsamalt. Tað krevur fyrst og fremst eina semja í føroyska fótbóltsheiminum. Í aðru atløgu krevur tað eitt gott samstarv millum skúla, kommunu, land og Fótbóltssambandið. – Dreymurin um fótbóltsskúlan er ikki búgvin at fara í holt við enn, sigur aðalskrivarin í FSF.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Skal ein sannur fótbóltsskúli stáplast upp á beinini, har okkara bestu spælarar kunnu fáa skúlagongd, innivist, kost og góða venjing, krevur tað eina greiða semju frá øllum pørtum.

 

 - Skulu vit hava ein fótbóltsskúla krevur tað eina semju millum allar partarnar. Tað er í nógvum førum ein spurningur um politiskan vilja. Vit skulu hava landspolitikk, kommunalpolitikk og fótbóltspolitikk at semjast um leistin, sigur Virgar Hvidbro, sum hevur starvast í FSF síðani 2001. Eingin ætlan er um fótbóltsskúla í løtuni, men tankin hevur verið frammi fyrr.

 

Tað skal koma frá FSF

Umboð fyri føroysku feløgini hava víst á, at tey fíggjarliga ikki klára at geva spælarunum neyðugu tilboðini, og tí má tað verða FSF, ið gongur á odda.

 

- Tað er ongin ivi um, at tað skal koma frá okkum, men skal tað koma, so skal tað verða full semja um tað. Eg haldi, tað hevði verið spennandi, men spurningurin er, um fótbóltsføroyar eru klárar til tað í løtuni, sigur Virgar Hvidbro og vísir á, at ein skúli má átaka sær fakliga partin.

 

 - Vit eru ikki ein góðkendur skúli, og tað er ikki okkara aðalmál at blíva ein skúli. Tí mugu vit hava eitt samstarv við ein skúla, sum kann reka fakliga partin. Eg eri sannførdur um, at tað ber til, men tað krevur eina politiska og fíggjarliga raðfesting av skúlanum, men riggar alt tað, eru vit ikki langt frá at kunna hava ein fótbóltsskúla, sigur Virgar Hvidbro.

 

(Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum 10. juni 2017)

 

Í greinarøðini, sum er í ÍtróttarSosialinum í dag, er longri samrøða við Virgar Hvidbro um møguleikan fyri einum fótbóltsskúla, og Pætur S. Clementsen, ið er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum. Les eisini um broytingar, sum eru á veg.

 

Brot úr 1. parti í greinarøðini:

Les eisini: (Anders Gerber) Hugsi í elitufótbólti

 

Les eisini: (Jógvan Martin Olsen) Ein fjórðing til ungdómsdeildina

 

Les eisini: (Thomas Thinggaard) Mugu blíva betri við bóltinum

 

Brot úr 2. parti í greinarøðini:

Les eisini: (HB) 100 spælarar á vøllinum í senn

 

Les eisini: (B71) Ov fáir spælarar at manna liðini

 

 

Les eisini: (Dan Brimsvík) Lyngby er væl betri enn Føroyar

 

Les eisini: (KÍ) Bestu venjararnir skulu venja tey yngstu