Fótbóltsskúli

Árligu fótbóltsskúlarnir hjá Fótbóltssambandinum eru nú byrjaðir aftur. Tann fyrsti í ár var í Sandavági, har umleið 90 børn luttóku

Fótbóltsskúli

Sandavági:Skipað varð triðja árið á rað fyri fótbóltsskúla í Sandavági. Eisini aðrastaðni í landinum verður skipað fyri fótbóltsskúlum í summar.
Fyrsti fótbóltsskúlin í ár, varð hósdagin og fríggjadagin hildin i Sandavági. Seinni verða eisini fótbóltsskúlar suðuri i Vági, á Toftum og í Klaksvík. Í Havn verður eingin skúli.
Fyrireikararnir á fótbóltsskúlanum í Vágum láta at, at fótbóltsskúlin sum konsept er í kreppu, og ivasamt hevur verið, um hann yvirhøvur varð av nøkrum í summar. Illa hevur gingið á summum av størru plássunum at fáa leiðarar til skúlan, og í Havn er knívskorið.
Grundin er, verður sagt, at stóru feløgini fáa ikki fólk at taka sær av hesum vikuskiftinum, eftir at kappingin annars er farin í summarfrí.
Í Sandavági láta tey hinvegin at, at als eingin trupulleiki av slíkum slag er har, og tað sama siga tey seg hava frætt av Toftum. Tó verður sagt, at B68 hevur roynt at fingið samstarv við onnur feløg í Eysturoynni um skúlan, men teirri royndini kom einki burturúr, og tískil hava toftafólk átikið sær hetta einsamøll.
Men áhugin í Vágum er stórur, og tað eru ikki bara vágabørn, sum eru á fótbóltsskúla í Sandvági. Av teimum 92, sum við eru, eru umleið 20 av oynni.
Tað er SÍF, sum stendur fyri tí praktiska, men hava tey fingið ungar venjarar úr allari oynni at hjálpa sær, umframt at brasilski FSV leikarin, Silva, sum er ungdómsvenjari, hevur høvuðsábyrgdina av tiltakinum.
Og tey ætla at halda fram við hesum árliga tiltakinum, og eru longu farin at tosa um, hvussu gerast skal næsta ár, tí her skal fótóltsskúlin ikki detta niðurfyri, siga tey í SÍF-húsinum.
Dentur verður lagdur á sosiala samveru og hugna fram um kappingar, og tað dámar børnunum sera væl. Luttakararnir eru børn í skúlaaldri.