Fótbóltsskúlarnir byrja aftur

Aftur í ár fer Fótbóltssambandið at skipa fyri fótbóltsskúlum kring landið. Í ár verða skúlarnir tríggir í tali, og verða hesir í Sandavági, í Havn og á Toftum.
Skúlarnir í Sandavági og í Havn verða hildnir 24. og 25. juni, meðan tann á Toftum verður hildin 1. og 2. juli.
Sum vant, so er talan um avmarkað tal av luttakarum. FSF heitir tí á tey, sum ætla sær at taka lut, um at gera skjótt av við tilmeldingini. Evstmark fyri tekngin er annars 10. juni, men eru skúlarnir fullsettir áðrenn hetta, verður kortini ikki tikið ímóti nýggjum næmingum.