Fótbóltsskúlar aftur í ár

Fótbóltssambandið skipar aftur í ár fyri fótbóltsskúlum kring landið. Skúlarnir eru fyri børn í aldrinum 8-14 ár, og verða teir í Havn, Sandavági, Vági tann 29. og 30. juni, og á Toftum 6. og 7. juli.

Á fótbóltsskúlunum verður dentur lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum lært verður, og at fótbóltsskúlin gerst ein uppliving fyri lívið við nýggjum vinarbondum.

Venjingin er fyrst og fremst løgd til rættis sum spæl, og á fótbóltsskúlanum kunnu øll vera við.

Luttakararnir fáa eina T-shirt, sodavatn, góðgæti, ein fótbólt og luttøkuprógv.

Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til virgar@football.fo við viðkomandi upplýsingum. Eisini ber til at ringa á 351972 og melda til. Freistin er 1. juni og meiri fæst at vita á heimasíðuni www.football.fo